- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
27

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

27

Yit hava ikki her á landi nakran vitskap av
royndum til at brúka slík tøð, og hava tí einki annað
at halda okkum til enn tað, íð royndir í øðrum
lon-dum hava lært jarðabrúkarinar har, men av teimum
royndum kunnu vit eisini læra nógv.

Eg skal her framseta nakrar reglur fyri brúki
av hvalatøðum eftir royndum úr Noreg.

1. Tøðini mugu vera turr og fínt malin, tess
fin-ari tess betri, eru tey samanlopin, mugu klumparnir
berjast væl sundur.

2. Tey kunnu brúkast til alla grøfti, eisini sum
vit siga at breiða undir gras, eru best til korn og
eplir saman við øðrum tøðum.

3. Jørðin, tey verða brukt til, eigir at vera væl
avveitt, annars kunnu tey brúkast bæði á grunnari og
djúpari jørð.

4. Tey mugu javnast so væl út sum
gjør-ligt ;r. Best er at, sáa tey út í stillum og vátligum
veðri; til korn mugu tey saksast væl saman við
mold-ina; til eplir verða tey stroydd javnt í foyruna.

5. Hesu, sum onnur tøð, er yvirhøvur best hjá
okkum at breiða um várið. Á djúpari og á slættari
jørð kunnu tey breiðast út um heystið, men tá so
tíðliga, at ikki allur gróður er farin úr jørðini.

6. Um nøgdina av hvalatøðum:

Undir gras frá 8 upp til 20 pd. á tunnulendi
Til korn ’ - 10 — 25
-Til eplir - 10 — 25
-Tað seinna talið, 20, 25 og 25, galdar tá hvalatøðini
verða brukt eina, og hitt fyrra, 8, 10 og 10, tá tey
verða brúkt saman við øðrurn tøðuin — neytatøðum,
tara ella øsku og verður tá brúkað helmingur av
tøðum sum vant er at brúka, og at nýta hvalatøðini
soleiðis fer væl yvirhøvur at vera tann frægasti
máti.

Hesar fáu reglur, her eru frambornar fyri brvik
av hvalatøðum, eru, sum áður nevnt, heimtaðar av
royndum í Noreg.

ívár eru ymsar staðnis settar i verk smároyndir
við hesum hjalpitøðunum, og tað skal seinni sigast frá
i blaðnum, hvussi til hevur borið við teimum.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0033.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free