- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
28

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

28

Bónda-iitsølubúðir.

jgg havi mangar ferðir manna inillum hoyrt havt á
tungu um hentleikan i, at jarðabrúkið kundi átt
sær útsøíubúðir í teimum størri bygdunum. Hetta
málið rann mær aftur í huga, tá eg í »Búnaðarbl.« sá
elving til búnaðarfund á Ólavsøku komandi. Eg vil
næstan trúgva, at tað er vert at fáa framm til umrøðu.
Kann vera at tað er nóg so stórt at fáast, við hjá
einum fyrstum búnaðarfundi, hvar teir flestu, sum
koma sanian, eru óvanir í at hugsa um størri
felags-fyritøkur og óroyndir í fundarsanirøðu. Tó vænti eg
ikki, at tað kann skaða at liava tað frammi. Man
nýtist jú ikki at streingja á eftir nakrari avgerð, antin
til fall ella fremjing, raen einans taka samrøðuna sum
eitt undanarbeiði (forberedelse) til at, taka alvárliga
fatur á málið á onkruni seinni búnaðarfundi.

Eg hevði sjálvur haft góðan hug til at seta hetta
fram sum eitt umtalsevni til búnaðarfundin, sum eg
vænti vil fáast í lag, men tá íð eg ikki eigi »sýru í
vegg«, vil eg ikki gera tað, líka so lítið sum eg kann
vanta mær loyvi til tað. Men eg vænti, at onkur av
jarðabrúksmonnunum hevur hug á tí og vil reka tað
framm. Møguligt eisini, at blaðstýrarin á »Búnaðarbl.«
vil taka sær av tí.

Meðan eg soleiðis hugsi, at jarðabrúkarnir geva
tí innivist, tá teir vónandi koma saman til fund á
Ólavsøku, er tað óneyðugt og trúligt ikki beint, at
nerta gjøllari við tað her, utan einans hesu
eftir-fylgjandi orð.

Tað kann hava sína tíðing, at tey koma framm nú.

Tað er tað, at útsølubúðir fyri bóndavørum
ynskjast frá báðum endum, keypara og seljara.

(Til bóndavøru rokni eg ikki einans ta matvaru,
sum jarðabrúkið gevur av sær t. d. smør, ostar, mjólk,
egg, kjøt, flesk o. s. fr., men eisini klædnavaru og klæðir,
ull, roð, húð, vaðmal, hosur, skógvar o. s. fr.)

Sum nú er, gongur tað gjarna soleiðis:

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0034.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free