- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
34

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

34

brúkinum er komin til sín fulla rætt soleiðis, at einki
jarðabrúk kann t.rívast, uttan tað fær alva frá djórum
ella aðrari megi av. natúrini, meðan tað føroyska
jarðabrúki enn nýtur hin dýra og lítla mannaalva.

Sanian við brúki av tí størri megi sum djóra- og
natúralvin gevur, kemur brúki av maskinum í allari
jarðabrúksdriftini frá tí tøðini verða flutt út á
mar-kini við vágnum, breidd út við maskinum, jørðin velt
við plógvi, saksað við ymiskum saksum, fræið sáað
við maskinum og jørðin lúkað við maskinum, til
grøðin verður heystað inn við slátturmaskinum til
gras- og korngrøðina, og eplur og røtur tikin upp við
maskinu, og tann grøðin, sum meiri skal hagreiðast,
eisini fer gjøgnum maskinur.

Tað sum tað útlendska jarðabrúkið hevur vunnið
við slíkan virkihátt, er bíligt og gott arbeiði.

Afturat hesum hevur liitt útlendska jarðabrúki
tað frammum okkara, at tað til fulnar nýtur vitskapin
í tænastu síni, soleiftis at allar tær natúrlógir, sum
vitskapurin lievur funnið at liava týdning fyri
jarða-brúkið, verða eftiransaðar <->g ansaðar á tann hátt, at
jarðabrúkarin arbeiðir sainan við teimum og ikki
ímóti teimum.

T. d.: Vitskapurin finnur, at handan og handan
jørðin hevur eina vissa samanseting og hevur eitt
vist mál av teimum evnum, sum urtirnar krevja til
vøkstur sín, og vissar eginskapir, men áður veit bóndin
frá vitskapinum, at urtin fyri at vaksa best krevur
onnur evnir og evnini í størri nøgdi, enn teyíjørðini
eru, o» at hon eisini krevur aðrar eginskapir, enn
hendan jørðin hevur. Áður enn hann letur urtina
vaksa á hesu jørðini, førir hann tí til hana við tøðum
tey evnir, sum áresta — tað kann haiin, tí
vitskapurin hevur sagt honum, hvat evnir tøðini bern í sær
og ta nøgd, tey liava og arbeiðir jørðina so hon
kann fáa teir eginskapir, sum best eru fyri trivnað
urtirnar.

Eisini veit jaröabrúkarin frá vitskapligum royndum,
hvørjar urtir íð best vaksa kunnu í tí veðurlagi,
plássið hevur, og hann kennur tær natúrlógir, sum
stýra øllum urtavøkstri, og um tí nakað skuldi komið

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0044.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free