- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
35

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

35

til, sum ger støgg i vøksturin, so kann hann altíð
finna ársakin og bøta aftur tað, sum galið er.

Soleiðis sum við veltin»ini gongur tað eisini við
krýatúrhaldinum, vitskapurin sigir her eisini hvat
evnir krýatúrini krevja fyri at liva og hvat tey krevja
fyri at geva sum mest, hvat tey krevja av fóðri i
nøgd og góðski, og hvat uttanumsviðurskiftir tey
krevja fyri at trivast sum best. Vitskapurin sigir frá,
hvussu evnini umsetast i kroppinum til kjøt og mjølk,
ull, arbeiði o. s. fr., so bóndin hevur tað i sini hond,
at broyta fóðring og viðurskiftir soleiðis, at útbýtið
kann verfta tað mesta, ti hann veit á hvønn hátt hann
kann gera tað.

Jarðabrúk og vitskapur arbeiða har hond í lioncl,
og tað ger, at. øll driftin gongur so nógv sikrari,
út-býtið verður tað mesta og tapini minst, lønin fyri
arbeiðið tann størsta.

Hvat kann gerast fyri at tað føroyska jarðabrúki,
so væl tað minna sum tað’ størra, kann fáa lut i ti
almmenni framgongu, sum alt jarðabrúk uttanlands
hevur gjøgnumgingið i liesu siðsti tíðini og hevur
givið ti slík góð livikor?

Beinleiðis hjá okkum at taka upp eftir útlandinum
ber ikki til, ti tey natúrligu viðurskiftir fyri
jarða-brúki hjá okkum og í útlandinum eru so ymislig, at
tað ofta hevði givið okkum lika nógv tap sum vinning,
um vit vildi tikið upp eftir teimum.

Vit mugu royna okkum framm, ti ivaleyst er tað
nógv i ti útlendski jarðabrúksdriftini, sum kundi ført
okkara jarðabrúk eitt gott dik framm eftir.

Men hvussu skulu vit stíla royndirnar? Hjá
stakmanni, sum hug hevur at driva, stila sina drift
eftir útlendskum jarðabrúki at taka upp og royna tað,
hann heldur vera hóskandi, er gjørligt, men ofta vil
hann koma at tapa so nógv, at driftin liðir nógv, og
verður vinningurin litil, hann kemur til at bera stór
tap áður enn hann fær rætta gongd á, men um tað
eydnast honum at føra framm drift sina sum hann
ætlaði, so hevur hann tó latið meir út enn rætt er, ti
tað er ikki einans hann, sum fær gagn av ti
fram-komnu driftini, men alt okkara jarðabrúk, ti tað kann
læra av honum, og ti er tað beint, at landið

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0045.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free