Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
37
vit kunnu vinna framm av jørðini, men
hvargrensur-nar eru, kenna vit ikki fyrr enn royndir siga
okkum tað.
Tann stóra grensan er, at uttanfyri fóðururtir er
lítið at vinna fyri tað almonna jarðabrúki,
ineninnan-fyri hesa grensu er nógv at virka i, serliga skal her
nevnast gras og grønfóðuraling, sum væl hjá okkum
kann trívast fulkomiliga á hædd við tílíka drift alla
aðra staðnis, hartil ymisligir rótvøkstrir, sum her
eisini sýnast at, kunna geva so høgan ávøkstur sum í
nøkrum øörum landi, men heldur ikki við urtaaling
kann av soimum signst hvat loysir seg, fyrr enn væl
úr hondum lagdar royndir siga frá tí.
So nevndi eg krýatúrfóðringgroyndir! Um vit
síggja burtur frá hungursfóðringini og fóðurneyðini,
sum enn er so almindilig hjá okkum, so muguvitenn
sigast at vera komnir stutt á leið við at føða krýatúr
okkara so at tey geva sum mest fyri arbeiðið og
peningin, vit ofra uppá tey. Jógvan sigir, at ber
hoyfóðring er best, Hanus sigir, at seiður og hoyggj
er best, og Páll, at grimi ella fiskasoð afturat hoyggji
gevur mesta mjólk, meðan hr. Olsen sigir, at neytini
mjólka best, tá tey faa forskelligt mjøl afturat
hoyggji o. s. fr.
Tað sanna er, at eingin veit hvat bester, tiongar
sannar royndir eru gjørdar um tað.
Ta?) fyrsta sum liggur fyri i fóðringsroyndum er,
hvussu vit best skulu draga nyttø av tí biliga
av-falli, vit kunnu fáa av fiskiskapi og hvalaveiðu.
Hvussu skulu royndirnar skipast?
Tann almenna skipanroyndirnar má vera: Ein
føst royndarstøða, sum til allar tíðir útførur tær royndir,
sum eýnast mest iieyðsýnl igår fyri jarðabrúksins
frama, útroknar result-atini, sum royndirnar geva, og
árliga gevur út eina prentaða frásøgn um royndirnar,
teirra mai og gagn.
Hartil má skipanin royndirnar vera tann, at um
nakar maður, ínenn ella bygd, bygdir ynskja tað, so
skulu tær royndir, sum hava sýnt góð resultatir,
upp-takast og eftirgerast á teimum plássum, sum hesir
menn ella bygdir krevja tað.
Á tann hátt fær landið sum mest gagn av royndunum.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>