Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
36
ber útleggið, tapið, sum fylgir við umbroyting av
driftini.
Landastýrið, løgtingið, má taka tað í sínar hendur
at royna hvat sum gagnligt er fyri Føroya jarðabrúk
at taka upp eftir tí útlendska, tað má seta í verk
royndirnar, bora útleggini og síðani føra framm fyri
jarðabrúkarinum, hvørjar royndir íð loyst seg hava,
tá verða ailir inn at bera framgonguna, hvør eftir
sínum evnum og virlci.
Hvat skulu vit taka upp til royndir? Ja tað vil
lætliga fáast framm av tí, sum undan er sagt.
Tað verða fyrst royndir við brúki av krýatúralva
og nýggjuin amboðum, tí tað má hvør maður sanna,
sum jørð hevur undir bond, at hann er ólønandi hesin
háttur, vit nú brúka til jarðarøktina, aleina handamegi,
vit mugu royna, um krýatúralvi olla annar alvi kann
brúkast, og hvørji av teimum útlendski hundraðtals
jarðabrúksamboðum íð nýtast kunnu hjá okkum til
okkara jørð. Næst eftir hesum koma ymiskar royndir
við tøðum í l)ø og haga, ymisligar royndir við
urta-vøkstri, og krýatúrfóðringsroyndir.
Tað er iklci ov mikið sagt, at vit av tí dyrkaði
jørð okkara kundu fin^ið tvífalt av t.í, vit nú fáa,
menn vit standa enn blindir fyri, hvussu vit best
skulu í’áa so nógv framm av jørðini. Bøur okkara
gevur nú so syndarliga lítið, at tað er mest sum
skoinm at siga trå, men vit hava t.ó sjón fyri søgn,
at hann kann geva nógv, ja ótrúliga nógv, tá hann
verður væl føddur.
Við haganum kann ikki sigast, fyri vist,, at hann
kann geva meir enn hann gevur av grasi, ti einki er
gjørt fyri at vita tað, men trüligt kann tað vera, ja
ivaleyst, at tað hevði loyst seg at gjørt nakað fyri at
fáa meiri og betri gras á mongum støøum í haganum
bæði við og uttan velt.ing.
Av sonnum kunnu vit ikki vita, um tað loysir seg at
gera nakað víðari við tøðing í bø og haga, og íð
hvussii er ikki hvat biligast er at gera, fyrr enn
royndir siga okkum tað.
Og so urtaroyndirnar! Vit eru so lítið kunnugir
við hvat jørð okkara kann geva av ymisligum urtum.
Natúrin og veðurlagi okkara setur grensur fyri, hvat
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>