Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
46
6 pettunum, og verður so roknað út, hvat hvørt
slagið gav av korni og hálmi, og hartil verður givið
gætur vøkstratíðin fyri hvørt slagið. Líkaleiðis við
royndum við tøðum, liar verður jørðin arbeid og
inn-deild á sama hátt sum nevnt fyri urtaroyndir, men á
hvørt, petti verfta breidd ymisk tøð, meðan alt stykkið
verður yvirsáað við sama slags fræi. Soleiðis er í
stórum gongdin við royndunum, við teimum
avbroyt-ingum, sum hvør serstøk roynd krevir tað.
í greiðum tølum kunnu vit. tá eftir fáum árum
fáa nógvar av hesum spurningum svaraðar.
Krýatúr f óðringsr oyndir.
Skipanin á hesum royndunum er ymisk, antin tær
so nevndu tíðsroyndir (periodeforsøg) ella
nøgd-royndir (gruppeforsøg) verða brúktar.
Nøgdroyndirnar siga sannari frá, men krevja eitt
stórt neytatal, so tær verða ikki at brúka hjá okkum,
uttan av hendingi.
Tíðsroyndirnar eru lættar at seta i verk og geva
eisini so sant bílæti av viðurskiftinum, sum nýtust til
slíkar fóðringsroyndir. Eg skal taka eitt dømi fyri
at sýna, hvussu tær skipast.
Vit vilja vita, um tað loysir seg at geva tvøst
aftrat hoyggi, og síðani hvat betri loysir seg, beri;
tvøst og blandað við mjøli.
Vit velja okkum t. d. 3 kýr, geva teimum eina
tíð bert hoyggj, so eina tíð minni hoyggj, men tvøst
aftrat, tó seleiðis, at fóðringin er væl samanset og
neringsevnini í passaligari blanding, og síðani aftur
bert hoyggj, somu nøgd sum fyrr, og so aftur hoyggj
og tvøst sum fyrr; mjølkin verður alla tíðina máld
og meðalútbýti útroknað, líkaleiðis verður roknað ut
kostnaðurin av fóðrinum, og tølini sýna tað endamál,
royndin gav. Á sama hátt verður atborið, tá roynast
skal, um ein onnur blanding av fóðri er betri enn
nevndu o. s. fr.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>