Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
47
Stórir, meðal og smáir búnaðir.
[ flest øllum londum er búnaðurin skiftur soleiðis
sum omanfyri stendur: tað eru lítil búgv, sum ikki
føða húsið, men maðurin má havast at øðrutn arbeiði
eisini, tað oru meðal búgvini og tey stóru búgvini,
sum hava nakað til at, avreiða.
So er ivaleyst eisini best.. So óunverilig sum
smábrúkini eru, so óheldugt vildi tað verið, um alt
var í smáum; tí tá kundi ikki aftrir vinnuvegir haft
so latt við at, arbeitt seg upp, av tí at so skuldi tað,
íð teir nýttu, flytast inn i landið.
Tað kann sigast, at tað er ikki neyðugt t. d. at
matgera í okkara fiskiskipum við føroyskum kjøti, teir
brúka amerikanskt saltkjøt., á somu leið nýta iklci
hanđilsmenn og aðrir, íft ikki eiga jørð, at keypa loinb
og annan føroysknn seyð um heystið, tí teir kunnu
eisini brúka amerikanskt kjøt antin saltað ella
niður-soðið.
Men tað er jú ikki beint, at hugsa so; tað má tó
fyri einhvøn Føring tykjast hugnaligari, at landiðum
tað lagið kann hjálpa sær við kjøt og smør, enn tá íð
megin parturin av tí skuldi flutst at uttan ífrá.
Tað kunnu eisini koma tíðir, hvar atflutningur
kann verfta stansaður vegna kríggj ella sjúkur; og tá
er ikki tídligt einki at eiga sjálvur.
Fyri allar partar er tað tí best ikki einans at
smábrúkini verða fleiri og betri og betri í framburði,
men at eisini sjálvi bóndabrúkini kunnu koma til at
geva meir av sær her á landi, so hvørt sum
vinnu-vegirnir økjast og fólkið veksur.
Aðalstuðulin til, at framburður kann fáast í lag,
er, at, bæði smáir og stórir búuienn halda saman.
Ganga teir móti hvørjum øðrum, suni tveir herflokkar,
íð vilja høgga hvønn annan til bana, verður tað ringt
fyri báðai’, tó verst fyri landið yvirhøvur.
Tað ræður tí um at arbeiða ta ósemju burtur
aftur, sum her er innkomin.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>