Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
49
Nakað um Tøð.
^J^aður fær sær at eta fyri at trívast og vaxa, um
hann ikki er vaxin, og fyri at halda javnvigt
við teimum evnum sum dagliga ganga úr kroppinum
av arbeiði.
TJrtir og frugtir mugu fáa tøð, skulu tær vaxa
og trívast væl.
Maður má hava eitt. vist mát av mati, um hann
skal standa seg og ikki fara aftur í holdum og
ar-beiðisevni.
Urtin má líkaleiðis have eitt vist mát av tøðum,
um lion skal trívast væl og ikki stúra og følna.
Maturin má í sær hava tey evnir, sum
vianna-lcroppurin er bygdir upp av, um hann skal gera fult
gagn.
Tøðini mugu í sær hava tey evnir, sum urtin er
bygd av um tey skulu gera tað gagn, maður ætlar.
Tey føðievnir, sum maður krevur fyri at
standa seg, t,ey sum t.i mugu vera i øllum mannsmati,
er tri og nevnast:
Eggjahvitaevni (kjøt, fiskur o. t. 1.), fitievni og
mjølevni ella sukur.
Tey høvuðsevnir, sum urtirnar krevja sær til
vøxtur er eisini trí, sumvitnevna: yagnevnini í tøðum
vit skulu seinni siggja hvat hvørt evni nevnist —,
og mugu tey vera i øllum tøðum, um tøðini skulu gera
fult gagn og urtirnar trivast, ja ikki bara tað at tey
mugu vera til steðis, men tey mugu eisini vera i
vissari nøgdi, t.í júst sum maður má eta, tá magin er
tómur, soleiðis má eisini jørðin tøðast, tá hon erforn,
tí jørðin er at nevna sum magi fyri urtirnar, og tá
t.a;r hava tikið ta føði, sum í maganum er, so má
nýggj føði førast teimum til, og eru tøðini ovlítil, so
er ótrivni í urtunum.
Tey urtaføðievnir, sum førd verða jørðini til í
tøðunuin, upploysast av ti vatni, sum altíð seyrar í
moldini, og samskiftið millum moldina, jarðavatnið
og gagnevnini i tøðunum er slikt, at tá passaligt, er
"" tøðað, passaligt í nøgd og góðsku og til passaliga tíð,
7
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>