Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
50
so heldur hettar jarðavatni við teimum upploystu
gagnevnum seg í ti ovasta moldlaginum, sum vit
nevna matmoldina.
Júst í matmoldini breiðir urtin rót sína, og
igjøg-num tær fínasti tragrir sínar, sýgur urtarótin føði til
sín úr moldini.
Tey tøð, sum vit hava mest av og tí brúka mest
eru krýatúrtøð; á støðum verður nærum eingi onnur
tøð brukt, og vit skulu tí fyrst kanna eitt sindur eftir,
hvussu hesu okkara høvuðstøð eru háttaði.
Tá vit rættuliga vilja læra at kenna natúrina hjá
einum tingi ella evni, er tað oftast fyri manni tann
einasti vegur at ganga, at skilja evnið sundur og
kanna eftir, hvørji einstøk evnir tað er samansett av,
hvussu hvørt hetta evni er háttað og hvussu
sam-virkanin er evnana millum.
Soleiðis skal gerast her eisini, men ístaðinfyri at
skilja tøðini sundur í øll tey evnir, sum i teimum eru,
og siga frá hvørjum einstakum, vilja vit her bara
skilja tey sundur i trí høvuðsevnir vatn, organisk evnir
og øsku, og kanna eftir teirra skapi, tí tað er nóg
fyri tað, sum her skal sigast frá.
Tað sum vit skilja tøðini i er: vatn, organisk
evnir og øska.
VatnnøgcLina finna vit, tá vit turka eitt vist
punda-tal av tøðum, og so vega, hvat tey svunnu i vigt;
svinningurin er vatnvigtin. Hini bæði evnini finna
vit vift at brenna tað vatnleysu rest sum eftir varð
eftir turkingina, soleiðis at tað, sum eftir er, tá brent
er, er øska, meðan vigtsmunurin millum øskuna og
tey turkaðu tøðini er vigtin á teimum organisku
evnunum, men hetta skulu vit ikki leggja stóra dent
uppá, heldur kanna eftir natúrini hjá hesum ymisku
evnum.
Tey orgunisku evnini og øskan eru í sjálvum sær
hørð og føst, men verða hildin bleyt av vatninuyn,
umframt hendan kost hevur vatnið ymist annað at
gera, so sum at nøra gerðingina i teimum organisku
evnunum, sum seinni skal sigast frá.
Tey organisku evnini eru samansett av nógvum
ymiskum grundevnum, og skal av teimum serliga
nevnast eitt, sum kallast køvievni.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>