- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
52

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

52

Tey tøðini, sum ikki eru fullbrunnin áður tey koma
á markina, verða brunnin har. Tey brunnu tøðini eru
annarleiðis av útsjónd og skapi enn fesk tøð, tey eru
oftast døkkari á liti, harðari og turrari og um hálmur
ella hoyggj var i teimum, so skilst tað núikkifrá, alt
er brunnið, ti eisini hoyggj og hálmur er organisk,
og rúgvan er minni, men køvievni er lítið minni, um
rúgvan er røkt sum hon skal, meðan geringin varaði.

Øskan nevndu vit tann triðja partin av tøðunum;
ikki soleiðis at fata, at tað liggur so og so nógv øska
blanda upp í tøðini, nei, øskan er ein fastur partur
av tøðunum og bundin til hinar partarnar, men nevist
øska, ti hon er tann parturin, sum eftir verður, tá
tøðini fyrst eru turkaði og síðan brend. Øskan er
sum tey organisku evnini samansett av nógvum evnum,
men her skulu vit bara nevna tvey:

fosforsýra og kali,

og tey verða nevnd her, t,i eisini hesi bæði evnini
kunnu føða urtir, og tað eru júst fosforsýra og kali
aftrat køvievni sum vit nevna tey tri gagnevnini i
tøðunum. Restar eitt av teimum ella um tað bara er
ov lítið av ti, so hevur urtin ikki tann vøxtir, hon
eigir at hava. Fyrst tå øll hesi evnini eru tilsteðis i
jørðini i vissari nøgdi, og passaliga nógv av hvørjum
evninum og tøk fyri urtarótina, fyrst tå kann urtin
trivast sum hon skal.

í feskum tøðum er bæði fosforsýra og kali bundin
óupploysiliga, men tá tøðini eru brunnin, eru eisini
hesi bæði evnir loyst soleiðis, at vatnið i jørðini kann
upploysa tey, so urtarótin kan gera sær tey til góðar.

Hendan umskapanin hjá tøðunum frá fesk til
brunnin tøö, er ein gagnlig umskapan, sum sæst av ti,
íð framflutt er. Tøðini minka í rúgvu, vatninnihaldid
minkar og tey organisku evnini minka, meðan
gagnevnini gerast til brúkuliga urtaføði og tey tvey
gagnevnini fosforsýra og kali ikki minka, ella ikki nýtast
at minka. Tá tøðini eru brunnin eru hesi bæði evnir
gjørd upploysilig, og kemur tá vatn at tøðunum og
sleppur at renna frá aftur, so tekur tað bæOi hesi
evnini við sær, og tá tøðini missa gagnevnini, so eru
tey ikki tøð longur, men mold.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0066.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free