- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
51

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

51

Køvievni er eitt luftslag, men tað kann binda seg
saman við nógvum øðrum evnum og kann tá blíva
bæði fast og flótandi. Bindur tað seg saman við eitt
annað luftslag, sum lieitur vatnevni (Brint), so gera
tey eitt evni, sum nevnist ammoniak, íð eisini er eitt
luftslag og eyðkent á lugti sínum, t. d. i jortasalti,
men ammoniak kann aftur binda seg saman við
onnur evnir og bliva fast.

Tá køvievni bindur seg saman við vatnevni og
einuin triðja luftslagi, sum nevnist súrevni (Ut), so
kemur nakað burtur úr, sum nevnist salpetursýra, og
er hon flótandi.

Hesar báðar samanbindingar av køvievni hava
tað merkjuliga við sær, at tær kunnu føða urtir, tað
vil siga, taö er køvievni i ammoniakkinum og
sal-petursýruni, sum er føðievni, men urtin kann ikki fáa
fatur á tí uttan júst i liesum báðum samanbindingum.

Eitt ella nøkur fá urtasløg kunnu faa køvievni
frá aðrari keldu, men tað skulu vit ikki hefta okkum
við i liesu grein.

Køvievni er ti eitt av teimum trimum
gagnevn-unum, sum vit áður nevndi at urtirnar mátti hava.

í tøðunum er køvievni at finna, men er i feskum
tøðum bundið soleiðis til tey organisku evnini, at tað
ikki kann upploysast í vatni og er tí ótjenligt fyri
urtirnar.

Nøkur organisk evnir eru nú soleiðis liáttaði, at
tá tey üggja suman í rúgvu, hava ein passaligan
varma, og nóg mikið av vatu og luft, so kemur
gerðinguri tey. Geröingurin gevur seg til kennar við
at hitin veksur og rúgvan, nøgdin minkar, og meðan
hettar stendur viö broytist evnissamansetingin í
rúgv-uni soleiðis, at køvievnið, sum áður var so fast og
óupplpysiliga bundið, tað sleppur nú leyst og ger seg
til ammoniak og salpetursýru, júst tær bindingar av
køvievni, sum urtirnar kunnu taka til sin.

Tey organisku evnini í tøðunum undirganga júst
eina-slíka gerðing. Tøðini, sum liggja i køstinuni frá
tí neytini fara inn at standa til um várið, eru gerðaði,
bruknaði ella brunnin sum vit kalla tað. Tey ovastu
og yngstu tøðini eru fesk, meðan tey í miðjuni eru
hálvbrunnin, og tey, sum niðast liggja, heilbrunnin.

7*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0065.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free