- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
54

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

54

Fiskur og slógv, tvøst, krotur o. 1.1. hava øll eitt
evni i sær, sum ársakar, at tá tey koma í gerðing, so
gerða tey so brádliga og skjótt, at alt køvievni brennur
burtur, um ikki geringin verður hildin i aga. Vit
brúka tí at grava slík tøð niður í jørðina fesk ella
blanda tey saman við mold, luftin sleppur tá ikki so
væl at, og gerðingin gongur tá spakuliga og er gagnlig.

Nú kann hesin spurningur setast framm: Hava
vit so mikið av krýatúrtøðum, at vit eingi onnur tøð
nýtast? og um so er, at vit hava ov lítift, hvat er tá
best at brúka til hjálputøð?

Fyri at kunna svara uppá fyrra partin av hesum
spurnitigi, mugu vit eina løtu kasta eygað á
evnis-umsetingina i natúrini og serliga hvussu hon artar
seg í jarðabrúkinum.

Urtin tekur føði sína úr jørðini. Hendan føðin
er fyrst og fremst tey trí umtalaðu gagnevnini,
køvievni, Fosforsýra og kali, og av hesum evnunuin saman
við vatni og nøkrum luftsløgum byggur urtin kropp
sín. Urtin brúkar eina vissa nøgdi av liesum evnunum
frá jørðini, men øll tann nøgdin av evnum, sum urtin
tók til sín, finnist aftur í henni, bara bundin á
annan hátt, enn tey vóru bundin í jørðini.

Urt.irnar, sum aldar verða av jørðini, brúkast til
krýatúrfóður, og í krýatúrkroppinum umsetast evnini
aftur soleiðis, at sunit verður meltað (fordøjet.) og
sumt gongur ómeltað ígjøgnum krýatúrið; tey ómeltaðu
evnini verða førd út aftur av kroppinum og er tað,
sum vit nevna tey føstu tøðini — mikjan.

Er tað nú vaxin krýatúr, sum standa inni og
einlci yera, so umsetast tey meltaðu (fordøjede) evnini
í kroppinum soleiðis, at lika nógv gagnevnir sum
vóru í tí meltaðu føðini, líka nógv útskiljast frá
krýa-rinum í teimum flótandi tøðunum, í landinum, og vit
finna tí aftur í tøðunum øll tey evnir, sum urtin tók
frá jørðini.

Kundu vit so goymt tøðini so væl, at einlci fór til
spillis av gagnevnunum, so var sloppið, tí tá kundu
vit hildið javnvigt, soleiðis at jørðin fekk alt aftur við
krýatúrtøðunum, sum vit tóku frá henni við urtunum.

Men fyri tað fyrsta so er tað ógjørligt at goyma

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0068.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free