- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
55

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

55

tøftini so væl, at, vit einki missa av gagnevnunum i
teimum, men um vit kundu goymt toðini, so væl, at
einki fór burtur, so fingu vit tó ikki øll evnini aftur
í tøðini, t,í tey krýatúr, sum vit geva okkara urtir til,
standa ikki inni á bási fyri einki, men tey geva nakað
annað frá sær enn tøð. Er tað mjólkneyt, vit føða,
so geva tey mjólk, er tað kálvar og ungneyt vit føða,
so brúka tey ein part av føði síni til vøxtur sin,
føðin verður til kjøt og blóð og bein, og líkaleiðis
um vit føða neyt til slagt o. s. fr. Soleiðis kann
nevnast, at í eini ársmjólking undan eini kúgv, sum
mjólkar 1500 pt. eru 17 pd. av køvievni, 6 pd. av
fosforsýru og 5 pd. av kali. I eini kúgv, sum vegar
500 pd. eru 13 pd. av køvievni, 8 pd. av forforsýru
og 1 pd. av kali.

Vit síggja nú hvussu evnisumsetingin artar seg:
Vifl tøðunum koma gagnevnini í jørðina; úr jørðini
koma tey gjøgnum urtarótina til urtina, úr urtini i
krýatúrkroppin og haðani aftur í tøðini o. s. fr., men
á hesum rundganginum fer ein partur av evnum
burtur frá, tað sum fer í mjólk, til kjøt og ull o. t. 1.,
og jørðin fær ti minni av gagnevnum aftur við
tøð-unum, enn tey hon gav frá sær, og eygsæð er tað tá,
at krýatúrtøð alleina kunnu ikki útfylla tey krav,
sum jørðin setur til tøð.

Tað er áður nevnt, at vit árliga við tøðunum taka
eina vissa nøgdi av gagnevnum frá jørðini við teimum
ávøxtrum, sum vit lieysta inn. Hendan nøgdin er
útroknað og kann í meðaltali av hvørjum dekar*)
setast soleiðis sum tabel II. sýnir.

II.

Køvievni Fosforsýra Kali
Korn vifl hálmi c. 12—18 pd. C. 5 —7 pd. c. 10—14 pd.
Eplir við sloklci - 14—16 — - 6—8 - - 22—26 —
Røtur..... - 20 — 22 — - 8—10 — - 30—34 —
Ertur..... - 20—24 — - 6—8 — - 10—12 —
Smara..... - 26—30 — - 8 — 10- - 24—26 —
Gras...... - 14—18 — - 4-6 - - 14—18 -

*) Hygg grein um jarðamát.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0069.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free