- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
57

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

57

Kúgvin fær grasið til fóður og etur tað upp í 8
mán-aðar og stendur inni allar teir. Hon gevur tá ca.
9000 pd. av tøðum, og rokna vit eftir talvu I., so
innihalda tey

36 pd. køvievni, 9 pd. fosforsýru og ca. 36 pd. kali.
Munurin á ti vit tóku og ti vit góvu aftur er

ca. 100 pd. køvievni, ca. 30 pd. fosforsýrn
og ca. 100 pd. kali.

Soleiðis sær roknskapurin ut, og um vit heystaðu nakað
annað en gras, so bleiv munurin enn meir, og tå vit
brúka ber krýatúrtøð, koma vit til at skylda jørðini
so nógv av gagnevnum uppá hvørt fóður.

Hvat skulu vit betala skuld okkara til jørðina við?

Frammanundan hava vit nevnt ymisk evnir, sum
vit kunnu brúka til tøð, lat, okkum nevna tey
hjálpu-tøð, tó at tey mugu geva okkum 2/3 av teimum
urta-føðisevnum, sum jørðin eigir at faa.

Av teimum fellur eygáð fyrst á mannatøðini. Tey
kunnu øll hava. Her á landi verður ikki nógv lagt
lag í hesu tøðini, men um vit høvdu tikið vara uppá
tey, so at einki fór til spillis av teimum, so kundu
vit til hvørt fófHir av dyrkaðari jørð havt ca. 2000 pd. av
hesum tøðum, og tað bleiv 20 pd. køvievni, 4 pd.
fosforsyra og 4 pd. kali. Um vit enn seint náa so
langt upp vifi hesum tøðunum, so sæst tað tó, at tey
høvdu múna væl millum onnur tøð til at. betalt aftur
skuld okkara til jørðina.

Onnur hjálputøð eru fiskur, slógv, tvøst, lcrotur,
tari og øska.

Fiskur, fiskaslógv, tvøst og krotur kunnu metta
ta trongd, jørðin hevur til køvievni og fosforsýru.
T. d. skuldu vis brukt 4000 pd. av fiski, fyri atjørflin
skuldi fingifl nóg av køvievni og fosforsýru, aftrat
neytatøðum i t,i expl., sum frammanundan stendur;
men tá restnði enn kali, fog tey tøð, sum standa okkum
til handar fyri at faa hettar evni til jørðina, eru tari
og øska. Fyri at fingið tey 100 pd. av kali, sum
restaðu á hjá okkum i expl., skuldu vit nýtt ca. 7000
pd. av tara ella ca. 12,000 pd. av øsku. Um taran er
at siga, at, brúktur irso stórari rúgvu, ger hann jørðini

8

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0071.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free