Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
56
Og líka nógv sum árliga verður tilcið frá jørðini av
gagnevnuw, líka nógv skuldu vit árJiga ført til hana
fyri at vit kundu heysta líka stórar ávøxtir á hvørjum
ári, men tá jørðin er forn, krevist tað at tøðast til
yvirmál, og liar sum jørðin er vát krevur hon at faa
meir, enn frá henni bleiv tikið, tí vatnið loysir
gagn-evnini og førur tey burtur.
Tað má altíð vera avlop av gagnevnum í jørðini,
um vit hvørt ár skulu fáa góðan ávøxtur. Vit siga
tá at jørðin er í góðum standi, og tað skuldi verið
tað mai, vit settu okkum, altíð at hildið Jørðina í góðum
standi, tí tá kundu vit hvørt, ár fingi fullan ávøxtur,
og tá kravdi jørðin ikki meir enn tað, sum frá henni
bleiv tikið.
Tá vit lýta væl at tølunum í talvu II. síggja vit,
at ávøxtirnir taka mest av køvievni og kali og minst
av fosforsýru.
Forholdið er nakað soloiðis:
2—3 av køvievni, 1 av fosforsýru og 3 av kali,
og i sama forholdi mugu gagnevnini vera til steðis i
jørftini. Er tað minni av einum evni enn tað eigir at
vera, so kunnu væl urtirnar faa góðan vøxtur, men
tá mugu tær taka t,að evni, sum niinst var av, júst
frá tí avlopi, sum vit nevndi altíð eigir at vera, og
jørðin verður t,í útarmað fyri tað evnið, sum ov lítið
var av. Um tað var nóg av einum evni, men ov lítið
av hinum báðum, so kundu væl urtirnar vaxa, men
jørðin varð árið eftir íitarmað fyri liesu bæði evnini.
Og um tað er ov lítið av øllum trimum evnum, so
vaxa urtirnar eisini, men tað verður vána vøxtur og,
og jørðin verður árið eftir nógv fátakari uppá
gagn-evnir og ringari skikkað fyri urtavøxtur.
Fyri at vit kunna skriva í tølum, hvat vit, taka
frá jørðini, hvat vit geva henni aftur, og hvat vit eiga
at geva, skal her takast eitt expl.:
Vit hava eitt stykki av jørð so stórt, atvitkunnu
føða eina kúgv av tí, víddin er roknað í minsta lagi
10 dekar. Vit heysta gras av stykkinum og taka við
tí árliga
ca. 140 pd. køvievni, ca. 40 pd. fosforsýru
oy ca. 140 pd. lcali.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>