Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
59
roykin frá grúgvini og pípunum er um várið tigandi
og tóm.
Unglinga- og mannaflokkurin dregur út til havs!
Bygdirnar tømast, hús tømast, kraftin fer av landinum.
Helmingur og ofta meira av ungum arbeiðsdugandi
fólki fer burtur, ja summar bygdir oyðast so, at tað
eru slik dømir at taka til at ein bygd við 30—40
húsum hevur ikki havt meira enn 10—12 arbeiðsførar
manns heima á sumrinum.
Tað var munur i minni!
Ja soleiðis er vorðið nú i eitt stutt áramál.
Jarða-brúkið, sum fyri ikki so langa tíð síðani hevði
al-mikið ja kanska ovmikið av arbeiðskraft, hevur mist
alt, sum bar tað uppi, manskraftina.
Mannloysan kennist tí óføra nógv í
jarðabrúki-num, og kennist mest har, tí mannskraftin rímur av
landinum júst í tí tíðini tá hon mest var fyri neyðini
í vár-, summar- og heystartíðini, tá føðin og brenni
skal bjargast til fólk og fae.
So brádliga er hendan mannloysan komin, at
jarðabrúkið ikki hevur fingið stundir til at umráða
seg, men gongur enn í sama lagi sum áður, tá
mannskraftin øll var á landinum. Men sjálvsagt tað verður
ikki so væl drivið sum áður, tí ein maður kann ikki
til fulnar gera tað suin er 2—3—4 manns verk ella
meira.
Ein bðndi sum situr við einum meðalstórum garði
var vanur at hava einar tveir húskallar, og vildi hann
hava bønamenn, so vóru teir til at fáa um, tað var til
velting, tøbering, hagaskurð, sløttur ella hoybering og
røktingarmenn til hagan.
Við mannloysini eru viðurskiftini broytt soleiðis,
at bóndin, brúkarin er eina um alt bæði innan- og
uttangarðsbrúki, men á einum meðalgarði er hettar
ov mikið fyri ein mann, og er enn brúkið í minna
lagi, ger hann tað ei heldur væl eina, tí seyðarøkt er
eitt og innangarðsbrúk við búðmannsskapi eitt
annað, og sum bíbulin sigur »Eingin kann tæna
tveim-um harrum« og tá maður sær, at hann ikki kann
dríva sítt brúk, sum hann vil — tað hann vil er tað
hann kennur, tann gamli driftsháttur, so fellur hann
í fátt, tí hann sær sær ongan útveg við búnaðinum.
8*
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>