- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
60

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

60

Er hann dugnamaður, tekur hann sær
framníihjás-tørv sum handilsskap ella fiskarí. Jarðabrúk hansara
gongur tá sum best ber til, meðan hann leggur dent
uppá frammihjástørvini, so hann kann liva av teimum.
Hvussu so vendur, um jørðin er í liondum á
dugna-manni ella hon er í óvættishondum, brúkið fellur,
ársakað av mannloysi.

Hvar er bótin?

At siga at fiskiskapurin er til vanlukku fyri
landið ella at garðarnir eru ov stórir, so at bótin
skuldi verið at minka um fiskiskapin og skifta
garð-arnar sundir, er skeivt. Fiskiskapur er
høvuðsvinnu-vegur okkara, og einki er tað annað enn rimuligt og
natúrligt at maður søkir sær ta vinnu, sum lættast
føðir hann, og skeivt og ónatúrligt er tað at leggja
bond á ein vinnuveg fyri at fremja ein annan. Og
ikki kann ein ólukka bøtast við at geva eftir og sonn
bót hevði tað ikki verið fyri jarðabrúkið um
garð-arnir blivu skiftir, ti livør skuldi t,á tikið øll tey nógvi
brúk, meðan alJir menn vóru til sjós, bótin bleiv tann
at tað blivu tvær ólukkur fyri eina, ti hvar siggja
vit á okkara landi, at teir smáu garðarnir eru betri
umsitnir enn teirr størru?

Nei einasta sanna bótin fyri vanrøktina er drift.
Men hvussu skapa drift tá eingin kraft er at skapa
drift við?

Jarðabrúkið má aftur fáa sær húskall, ein
trúgv-an húskall sum virkar tað honum av húsbóndanum
er boðið at virka, ger tað rætt og beint, og júst sum
bóndin vil, leggur alla sina megi til bóndans tænastu
og onga aðra staðnis. Ein húskall sum er álítandi í
smáum sum í stórum, sum veltur, røktar seyð og neyt
alt við sama huga og sama góða dugnað.

Ja! sigur tú, ein slíkan húskall mugu vit hava,
má jarðabrúkið hava, skal tart trívast, men spyr tú,
livar er ein slíkur kall at finna?

Skal eg siga tær tað? Jú lat ineg! Húskallurin
heitur kapitalurü

Kapitalur er tann húskallur, sum hevur borið
fiskiskap, handil og verksdrift framm hjá okkum, og
lat eisini kapital verða tann húskallur, sum skal bera
landbúnað okkara framm til ljósari tíðir.

Tartl.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0074.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free