Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
63
gangandi í haganum fyri einki. (Frammanundan lievði
talið verið 30 og 12.) Brot móti hesu avgerð skuldi
kosta ti seka 10 kr. fyri hvørja kúgv, sum gekk i
haganum út, yvir tað ásetta tali.
Kostnaðin fyri báðum kommisjónum skuldi hvør
partar gjalda við helvt.
Seteplir.
J-Jer hjá okkum, hvar vøxturtíðin ofta er stutt og
køld, ræður um at brúka alt, sum brúkast kann,
fyri at dríva grøðina framm í stutta tíð. Eitt ráð,
sum brukt verður við eplum, er at lata tey spíra út,
áðrenn tey verða sett í jørðina, og óivað er hettar
ógvuliga gott, tí eplið kann tá skjótarí næla og ti faa
skjótari vøxtur.
Her hjá okkum verður brúkt at lata eplini næla
i myrkri. Vit hava tey oftast liggjandi á einum lofti
við einum hvørjum ut yvir sær. Nálirnar verða tá
langar og hvítar og lítið sterkar, so at nøgdin fellur
av av nálum, tá tey verða flutt av loftinum og út á
markina. Tey skulu fyrst fyllast upp í leyp, síðani
aftur í eina spann, og úr henni verða tey sett í
jørð-ina. Tá eplið hevur spírað og nálin er avbrotin, so
dugur tað ringari til set enn áðrenn tað hevði spírað.
1 Skotlandi velta teir nógv eplir, og eru fult so
kønir í eplaveltingini sum aðrir menn, og duga væl
at faa eplir tíðliga.
Eisini teir halda tað verða beint at lata eplini
spira, men teir lata tey spira í Ijósi. Nálin verður tá
stutt og grøn á liti og situr væl føst á eplinum, og
teir vilja ikki, at seteplið skal nemast frá tí tað er
lagt at spira, fyrr enn tað verður sett i jørðina.
Tá teir skilja seteplini, seta teir tey i grunnar
trækassar, sum eru ca. 15 tum. breiðir, 30 tum. langir
og 4 tum. høgir á síðuni, meðan endarnir eru 8 tum.
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>