Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
62
liggja so óhøggliga og ikki kunnu dyrkast frá
bygd-ini, men i hvussu er, hava vit hevdaft brúk av øllum
Giljarhaga til beiti fyri neyt og ross okkara, tann
rættin hava vit á hvørjum petti i haganum, og sleppa
vit ikki at innleggja javnt við tykkum, so seta vit
okkum ímóti, at tit leggja inn.« Giljarmenn siga tá,
at innlagt er av haganum tvær reisur, 80 og 30 ár
siðani, og tá fingu Sunds- og Oyragjógvarmenn ongan
lut i innlegging.
Sakin kom so fyri landbúnaðarkommisjónina.
Sunds- og Oyragjógvareigarin kravdu har javnan
rætt við hin hagan til innlegging, ella so stórt stykki
burtur av, at teir fingu viðurlag fyri tað tap, teir
fingu av, at eitt so stórt stykki bleiv innlagt av
haganum.
Hendan kommisjónin dømdi soleiðis, at Sund og
Oyragjógv skuldi liava l/8 av ti, sum inngjørt bleiv,
og gera garðar um tað sjálvir og hartil lata 11/i byrðu
av hoyggi til eigarnar i Giljum og Slættanesi, men
báðir partar kravdu dóm av
yvtrlandbúnaðarkom-misjónini.
Hon dømdi soleiðis:
Giljar og Slættanes skullu hava eina rætt til
upp-dyrking, ti teir eru hagans røttu eigarir, hinir hava
bara ein bestemtan rætt, sum er útrækstursrættur fyri
neyt og ross. Teir kunnu ti ikki seta seg ímóti
innlegging, men væl krevja viðurlag fyri tað tap, sum
innlegging voldar teimum. Kommisjónin meinti, at
teir høvdu havt tap, men helt ikki at tað tapið skuldi
góðgerast við at teir fingu lut i innlegging, »idet
denne erstatningsmaade i og for sig forekommer
kommissionen irrationel og stridende imod den ny
færøske landbolovgivnings tendens, med hvilken
op-rettelse af et nyt fællesskab med hensyn til trøer
mellem begge sagens parter ikke stemmede.«
Kommisjónin fann rætt at vera, at tapið skuldi
góðgerast Sund og Oyragjógv á tann hátt, at minkast
skuldi -um tað kútali, sum Giljar og Slættanes nü
lievði gangandi i haganum, og meinti, at 3 kýr var
passaligt at taka av.
Kúskipanin bleiv ásett soleiðis, at Giljar og
Slættanes skuldi hava 27, og Sund og Oyragjógv 12 kýr
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>