- Project Runeberg -  Lesibók /
203

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

28.

Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar fvá,
ongar vættrar fingu tær
til nökur lond at sjá.

29.

Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tríggjar,
ongar vættrar fingu tær
til nakað land at síggja.

30.

Ongar vættrar fingu tær
til nökur lond at sjá,
fyri ta högu boðaslóð,
so fell tann bylgja blá.

31.

Svaraði frúgvin Elinborg
í fyrsta orði tá:

»Lovið heldur olmussu,
so fáum vær land at sjá!«

32.

Sumar lovaðu eina,

Elin lovaði tvá:

tá tók tokan at lýsa av,

tær fingu land at sjá.

33.

Allar lovaðu eina og tvær,
Elin lovaði trinnar:
tokan tók so at lýsa av,
tær fingu land at kenna.

34.

Arla var um morgunin,
sólin roðar í fjöll,
tá tók tokan at lýsa av
for harra Pæturs höll.

35.

Fríggjadagin í páskaviku
fóru tær út í hav,
tær komu ikki til landanna
fyrr enn Santa Mortans dag.

36.

Kasta sínum akkerum
á tann hvíta sand,
fyrst stígur frúgvin Elinborg
sínum fótum á land.

37.

Úti í miðjum grasgarði
axlar hon sítt skinn,
og so búgvin gongur hon
í högar hallir inn.’

38.

»Heil sitið tær, harra Pætur,
yvir ydra breiða borð!
plaga so allir höviskir sveinar
halda síni orð?

39.

Væl sitið tær, harra Pætur
og tann danska frú! ■
plaga so allir höviskir sveinar
halda sína trú?«

40.

Harra Pætur snúðist yvir borðið

fram

við silvurskál í hendi:

»Signi Gud tíni eygun tvá!
so gjörla eg teg kendi.

41.

Hoyr tú. frúgvin Ingibjörg!
tú ver mær ikki vreið,
meðan eg fylgi mínum systirsoni
tríggjar dagar á leið!

42.

Meðan eg fylgi mínum systirsoni
tríggjar dagar á leið;
komi eg ikki aftur tann fjórða,
so vænta meg ikki meir!«

43.

Svaraði frúgvin Ingibjörg,
tár á kinnar lá:

»Hann er ei tín systirson,
fullvæl kann eg tað sjá.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0219.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free