- Project Runeberg -  Lesibók /
204

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

44.

Svaraði frúgvin Ingibjörg,
tár á kinnar glíggjar:

»Hann er ei tín systirson,
so væl kann eg tað síggja.«

45.

Svaraði frúgvin Ingibjörg
í triðja orði tá:

»Kallmanna hevir hon yvirbrögd,
enn kvinnu hevir hon hár.«

46.

Fylgdust tey til strandar oman
alt í einum liði:
harra Pætur og Elinborg
og Ingibjörg tann triðja.

47.

Ingibjörg stendur á hvítum sandi,
sára ið hon grætur,

Elin stendur í fremra stavni,
hirðir ei, hvat hon letur.

48.

»Liv nú væl, frú Ingibjörg,
tú hitt danska sprund!

eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær um stund.

49.

Liv nú væl, frú Ingibjörg,
við títt elvargangi!
eg havi nú fingið mín festarmann,
eg lænti tær so leingi.«

50.

Grátandi snúðist frú Ingibjörg
aftur í sína borg,
glaður siglir harra Pætur
heim við Elinborg.

51.

Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
harra Pætur og hans vív.

52.

Fari fyri eystan, fari fyri vestan,
fari fyri verðsins enda!
tey koma bæði í eina song,
ið Gud vil saman senda.

Ing’anngsörindini av
Jósveins (Jófrís) vísu.

í.

Nú eru tíðindi komin í oy,
um Jósvein hin unga og Oluvu j

moy,

hvussu tey framdu sín vilja:
tað er mær av sonnum sagt,
at sveinur hevir ást við jomfrú

lagt,

tað er so vant at skilja.

2.

Jósvein var sær so lítið eitt barn,
so snimma læt kongurin akta

hann,

hann lærdi honum bøkur,
hann kendi honum lest,
allan góðan lærdóm, sum hann
var ein prest,
hann prísaði honum fram fyri

allar.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0220.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free