- Project Runeberg -  Lesibók /
86

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ei sat undir orðinum
óvitug terna,
ræður hon jótni
orðum at svara:

»ikki svav Froyja
í átta nætur,
svá var hon ovurfús
eftir Jatnaheimi.«

Inn kom hin arma
jatna systir,
ið brúðargávu
biðja tordi:

»rætt tú mær av hondum
ringar reyðar,
um tú vilt ognast
ástir mínar,
ástir mínar,
alt mítt yndi!«

Tá mælti tað Trymur
tussa drottur:

»berið inn hamar
brúður at víga,
leggið Mjðllnir
á moyar knæ,

vígið okur saman
við Várar*) hendi!«

Læði nú Lóriði
lystiliga í barmi,
tá við hórðum huga
hann hamarin fóldi;

Trym drap hann fyrstan,
tann tussa drott,
ættina hjá jótni
lamdi hann alla.

Drap hann ta avgomlu
jatna systur,
hana, ið brúðargávu
biðið hevði;
hon fekk smekk
fyri skillingar,
og hamars hógg
fyri ringa hóp.

Svá kom Óðins sonur
aftur at hamri.

*) Vár æt ein ásynja; hon lýðir
á eiðir manna og tey
sættar-mál, ið konur og kallar gera
sín ámillutn.

Nökur örindi úr Háamáli (Hávamál).

Gáttir allar,
áðrenn inn tú gongur,
skulu varliga skoðast;
tí at óvist er at vita,
hvar óvinir fyri
i skjóli sita.

Vápn síni

skal ei maður völli á
fet ganga fram um;
tí at óvist er at vita,
nær manni á vegum úti
tarvast spjót.ið at troyta.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0100.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free