- Project Runeberg -  Lesibók /
99

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

28.

Tú skalt lata mær salin
í oyðum mörkum gera,
við so lítlari tænastu
skal eg harinni vera.

29.

Tú skalt seta mær gullstólin
í oyðumörk at stá,
sum teir kunna dvörgar tveir
best víð rúnum slá.

30.

Sum teir kunna dvörgar tveir
best við rúnum slá,
bæði við royk og váðaloga,
sum salinum brennur á.

31.

Hesin sami váðalogi,
hann man meg so verja,
eingin uttan Sjúrður frægi
har torir á at herja.

32.

Hann læt henni salin tann
í oyðumörk so gera,
við so lítlari tænastu
hon fór harí at vera.

33.

Han læt henni salin tann
í oyðum mörkum slá
bæði við royk og reyðan loga,
sum salinum brennur á.

34.

Og so miklan váðaloga
læt hann harum vera,
sum teir kundu dvörgar fveir
best við rúnum skera.

35.

Og so miklan váðaloga
læt hann harum slá,
ikki máttu dvörgarnir
við svikunum ná.

36.

Arla var um morgunin,
sólin roðar í fjöll,
tað rfður so mangur edilingur
í Buðla kongsins höll.

37.

Arla var um morgunin,
sólin bráar í brún,
ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún.

38.

Ríða so frægir edilingar
í Buðla kongsins tún,

Brynhild situr í stólinum,
hon ber gull á brún.

39.

Buðli kongur í salin gongur,
biður frúgv við svari:
komin er hann Gunnar kongur
niðan úr Júka garði.

40.

Hoyr tú Brynhild, dóttir min,
gera skaltú tað,
komin er hann Gunnar kongur,
honum sigir tú ja.

41.

BuðH kongur á gólvi stendur,
styðjar seg við borð,

Brynhild unga, dóttir hans,
hon talar ikki eitt orð.

42.

Brynhild seg úr stóli lyfti,
glógvar í gulli reyð,
skundaði sær av Buðlans borg,
hon gongur á Hildarheyg.

43.

Grímur og Högni Júkason,
teir møttust á grønum völli,
moyjar hvukku 1 Hildarsali,
tá skelvur høga Buðlans höll.

7*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0115.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free