- Project Runeberg -  Lesibók /
193

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

143.

Svaraði frúgvin Margreta,
henni komst hövur í fang:
»Onkun tíð hevði móðir tín
haft betri kirkjugang!«

144.

Svaraði meistarin Eingilbret
fyrsta orðið tá:

»Gávi Gud, at greivin
hann hevði staðið hjá!«

145.

Tað var Eyðun Hestakorn,
sínum svörði brá,
hann kleyv meistarin Eingilbret
sunđur í lutir tvá.

146.

Hann kleyv meistarin Eingilbret
sundur í lutir tvá,
síðan báðar partarnar
hann kastar út á bál.

147.

Tríggjar vóru tjörutunnur
stoyttar út á bál,
ikki talaði frúgvin Margreta
drýstiligari enn tá.

148.

»Slökkið nú, hvör sum slökkja

kann,

troðið so tann eim!«

fyrstur reið reystur Hákun kongur

frá bálinum heim.

149.

»Heilsa frúnni Ingibjörg,
hon var mær tann versta,
tá ið hon skal føða böm,
tá føði hon fíl og hestar!

150.

Heilsa frúnni Ingibjörg,
hon var mær tann arga,
tá ið hon skal føða börn,
tá føði hon fíl og vargar!

151.

Heilsa frúnni Ingibjörg,
hon var mær tann ónda,
tá ið hon skal føða böm,
tá føði hon fíl og hundar!«

152.

Svaraði frúgvin Margreta,
áðrenn hon læt lív:

»Gud gevi ikki mentir til
mót Norðmonnum at stríða!

153.

Gud gevi ikki mentir til
at halda stríð for stað,
allar lat tú sjólátast,
men sálirnar goym hjá tær!«

154.

Tungan tók at tala,
troðið var í tann eim;
síðst reið Eyðun Hestakom
frá bálinum heim.

155.

»Heilsa mær mínum faðirbróðir,
sig honum so ífrá,
bið hann lata kórkirkju
á mínum báli slá!

156.

Vil hann ikki kórkirkju
á mínum báli gera,
tríggjar reisur, áðrenn hann doyr,
hann skal av vitinum vera!

157.

Vil hann ikki kórkirkju
á mínum báli slá,
tríggjar reisur, áðrenn hann doyr,
skal hann av vitinum gá!«

158.

Magnus vaknar á miðjari nátt,
telur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevir fyri meg borið
alla hesa nátt!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0209.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free