- Project Runeberg -  Lesibók /
192

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

127.

Svaraði frúgvin Margreta,
í myrkastovu stendur:

»Nú eri eg komin í húsið tað,
eg síggi ei mínar hendur.«

128.

Hann tók frúnna Margretu,
setti í kalda jarn,
har kom jomfrú Maria
og skildi hana við barn.

129.

Tað var í tann fyrsta svövn,
frú Margreta fekk,
tað var jomfrú Maria,
til hana í dreymar gekk.

130.

»Hoyr tú frúgvin Margreta,
tað sigi eg tær fyrst:
í morgin verður bálið kynt,
tol, sum tú kant best!«

131.

»Eittans havi eg vatnker đrukkið,
eitt á hvörjum morni,
onkun tíð á Blálonđum
tá leikti betur í horni.

132.

Onkun tíð á Blálondum
tá leikli betur í horni,
eg drakk av teim gullkerum,
eitt á hvörjum morni.«

133.

Tóku teir frúnna Margretu,
førdu út av bý,
login leikti í Norðnesi
högt upp undir ský.

134.

Svaraði frúgvin Margreta,
tá hon bálið sá:

»Mikið hevir hon til saka gjört,
har skal brenna á!

135.

Mikið hevir hon til saka gjört,
har skal brenna á,
harðir ganga rættirnir
í Noregi í ár.«

136.

Tað gjörði Eyðun Hestakorn,
trælurin tann hin versti,
öviga vendi hann frú Margretu
um á sínum hesti.

137.

Tað var Eyðun Hestakorn,
so illa gjördi hann tá,
öviga koyrdi hann frú Margretu
av hesti út á bál.

138.

Tað var frúgvin Margreta,
svarar so for seg:

»Heintið mær meistarin Eingil-

bret,

bið hann koma for meg!«

139.

»Hoyr tú, meistarin Eingilbret,
tað er mest av neyð,
tak tú hesa lítlu kind,
sker henni klæði reyð!

140.

Tak tú hesa lítlu kind,
sker henni klæði grøn!
hon er borin til ríki hálvt,
av Gudi taki tú løn!«

141.

Tað var Eyðun Hestakorn,
sínum svörði brá,
hann kleyv hennara lítlu kind
sundur í lutir tvá.

142.

Hann kleyv hennara lítlu kind
sundur í lutir tvá,
síðan báðar partarnar
hann kastar út á bál.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0208.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free