- Project Runeberg -  Lesibók /
253

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

segði risin og bað drongin fara heim og bjóða so miklun
fólki, sum hann vildi, í brúdleypið; um hann so beyð
trí-hundrað, var tað sær líka kært, men Nodnagesti og hundi
hansara Hálvahala (edla Snata) skuldi hann ikki á nakran hátt
dirva seg til at bjóða.

Tá ið drongurin kom heim, spurdi pápin hann ettir
seyðinun, og Tóri segði frá ødlun, sum tilborist hevði. Pápin
legði tá soninun til ráðs, at hann skuldi ongun øðrun bjóða
í brúdleypið uttan teimun báðun, Gesti og hundinun, tí alt
var uppá svik, sum risin hevði sagt, helt hann: har mundi
einki gott fara at vera burtur úr. Sonurin gjørdi, sum pápin
bað, og so fara teir avstað fíra í flokki: pápi og sonur,
Gestur og Hálvihali. Nú ið teir koma í risahedlið, er risin

— Kolbein æt hann — burtur og bara gentan og
risa-mamman heima. Hin gamla kedlingin — Skinnherjan
kadl-aðist hon, men risin var vanur at rópa hana Skrukku sína

— v^r øðilig at síggja, bæði rukkut og skrukkut, og hevði
kløur firi neglur. Hon gekk og stákaðist og bar eina óføra
rúgvu av oksakjøti í pottarnar at kóka. Har vóru bæði
oksar og neyt dripin,sum ein og kvør kann ætla. Teir
set-ast niður og spirja ettir Kolbeini risa. »Hann er úti at bjóða
hinun risunun í brúdleyp, men kemur skjótt attur,« sigir
hin gamla og vendir kjøtið í pottinun við klón sínun. Tað
líður ikki langt um, so kemur Kolbein og hevur tíggju risar
heim við sær. Hann heilsar faðiri og soni bh’dliga.
Nodna-gestur situr uttar við dir; risin skjítur eyga at honun og
spir, kvør hatta er. Hetta var bara ein spælumaður, segði
brúðgómurin. Einki dámar hetta risanun — hann man kenna.
Adlir setast niður og eru ógvuliga fáligir; teir gruna, kvørjir
hesir báðir ókunnugu gestirnir eru; nú verður tað harvið.
Risarnir fara at breggja saman, og Kolbein ber uppá mál,
um hin gamli Glimrageiri ikki man fara at koma til hesa
veitslu við. Glimrageiri var sterkastur og ítastur av ødlun
risunun, so tað hevði verið góð hjálp í honun, um nakar
ófriður var á ferð. Sum teir sita og tosa og leingjast ettir
Glimrageira, kemur buldur í; hedlið tekur at skakast og
beinkirnir at svigta undir teimun: eitt skorast og troðkast í

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0269.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free