- Project Runeberg -  Lesibók /
396

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Dione Isaksen.

Um nýársleitið í Havu fyri b’0 árum síðani.

Tað var ofta trongligt í teirri tíðini . hjá teimum, ið
einki áttu, og allarhelst tá tað leið so langt út á veturin
sum til jóltíðir. Var veðrið toliligt og nakað var at fiska,
kundu tey vinna sær nakað av peningi, tí fýra ár
framman-undan hesum tíðarskeiði, í 1846, var ein íslendingur, sendur
av handilsstýrinum, komin til Føroyar at læra Føroyingar
at turka klippfisk, og síðani hövdu teir tikið ráfisk við
hand-ilin. Frammanundan slapp fólk ikki av við ein murt fyrrenn
hann var skróturrur; tann fiskurin var klovin og hongdur
upp á trö undir húsini. Tað var tað, ið Danskarar nevndu
»Rotskær«.

Av sjónum vunnu tey lítið og einki, og eingin onnur
fortjenasta var. So máttu tey taka til at tøta — »tøta til
jóla« er tiltikið — tey, ið nakað áttu, og tey sum ongan
lagdin áttu, fingu so eitt sindur at gera »fyri triðjung« frá
embætismonnunum. Nógv kundi ikki vinnast við hetta
ar-beiðið, men tað ráddi um at vinna tað, ið vinnast kundi, tí
handilin varð stongdur nýársaftan og ikki uppafturlatin
fyrr-enn januar mánaður var úti.

Nakrar dagar fyri jól byrjaðu bygdabátarnir at koma
»til handils«. Fylgdust nakrir, so var tað kappróður — tað
ráddi um at koma fyrst og »melda seg« fyrst í krambúðini
ella á »kontórinum«—og tá ið teir vóru komnir um
»Steglina-tanga« lögdu teir tveir, ið fremstir sótu, árarnar inn og
gjördu seg klárar, annar til at taka ímóti bátinum og annar
til at leypa niðan at boða frá, at teir vóru komnir, og tað
galt um, tí frá handlinum var latið fyrst út til teirra, ið fyrst
vóru komnir; tó hövdu langfarabatar og bátar úr
brimpláss-um fyrsta rætt.

Teir, sum hövdu tiakað at avreiða, teir avreiddu.
Fisk-urin var tikin í einum stað, lýsið í einum oðrutn,
troyggj-urnar í einum triðja o. s. fr. Alt bleiv uppskrivað, sent inn

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0414.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free