- Project Runeberg -  Lesibók /
443

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

380. Sannleikur er so fagurligur hvarið hann kemur fram,
lygnin er so hövuðleys bæði fyri kvinnu og mann.

381. Salt bøtir alt uttan mjöð og malt.

382. Betri er seint enn ongatíð.

383. Hann ið seint tennist, hann seint mennist.

384. Sein kúgv fær skitið gras.

385. Seint koma sælir, og so koma trælar.

386. Sendiboð er frítt at fara.

387. Seyða ull er Føroyja gull.

388. Sær er siður á landi.

389. Sjaldan er síðari betri.

390. Tað er ikki sárt, ið sjálvur ger sær.

391. Søtur er sjálvgivin biti.

392. Hvör er sínum knúti kunnugastur.

393. Hvör ber sína sögu fram sum besta.

394. Sjúkur er, ið yvir sjúkum situr.

395. Ofta er á syndini sitið og ikki tað sannasta gitið.

396. Ringur er fuglur, í sítt reiður drítur.

397. Ongum tykir sítt ovmikið.

398. Hundur er ikki vreiður við sítt bein.

399. Hvar maður er ikki sjálvur, er hann ikki meira enn hálvur.

400. Tá ið hvör tekur sítt, fær fjandin einki.

401. Hvör man vera sær sjálvum uæstur, hvussu öðrum
gongur.

402. Tað gongur sjón fyri sógn.

403. Fáir ætla óðrum betri enn sær sjálvum.

404. Alt skarn vaskast av uttan syndin.

405. Hvór skilst við annan, eingin skilst við sjálvan seg.

406. Ger skálkinum gott, hann lønar tær aftur við háð og
spott.

407. Kasta ikki tað skitna vatnið burtur, fyrr enn tú kant
fáa tað reina aftur.

408. Lítið batar at breiða reint lak á skitna song.

409. Skjótt er skitið verk.

410. Hugsa ilt og fremja tað, slíkt er skálka siður.

411. Skaði ger mannin vísan, men ikki ríkan.

412. Skjótast er upp at standa, tá ið einki er í at fara.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0463.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free