- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
21

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

21

Alt hettar hevur givið eigarinum av hesum
bland-aðu rossunum nógv tap og fortreð, so nógv kannska,
at tað vegar fullt upp móti tí størri arbeiðsevni, hesu
rossini hava; men sum sagt, enn kann eingin
avger-andi dómur fellast.

Hesin nýkeypti norski hesturin »Grani« visir seg
at vera so eyman, at hann bleiv råk fyrsta summari,
hann var i haganum.

Meðan hettar arbeiði fyri at bøta um okkara
rossaslag, sum kannska eingin bót er, hevur gingið,
er einki gjørt fyri at bøta um tað føroyska rossið í
sær sjálvum, uttan lógin av 30 marsl892, so tað kann
ikki vitast enn, hvat eitt slikt arbeiði kundi ført til,
men t,að eru nokk av dømum frá útlandinum at taka
framm, at eitt krýatúrslag kann broytast nógv á tann
hátt, man vil, og i stutta tíð, uttan at blanda við
út-lendsk blðð, soleiðis sum áður nevnt, og væl má
minnast, at okkara ross er blivið sum tað er av
teimum viðurskiftum, Førja jarðabrúk hevur boðið ti,
og javnt við, sum jarðabrúkið gongur framm á, kann
tað bjóða sinum rossum betri livikor og hava meir
umhugsan við at velja tey bestu til viðseting, og skal
tað t,á brátt vísa seg, at ross okkara kann bliva
dug-andi til tað, vit krevja av ti.

Reinaling hevur tað framm um blandingsalingina,
at hon er tryggari og útsetur ikki eigarin fyri so nógv
tap, tí avkomið fær tá i arv júst tey sermerkir og
eginskapir, sum staðið og viðurskiftini bjóða ti, og
krýatúrini eftir einari slíkari aling bliva, júst sum
viðurskiftini á staðnum gera tey; ganga viðurskiftini
á staðnum brádliga upp ella niður, fylgja
krýa-túrini við.

At bøta um krýatúralingina við reinaling, verður
tí bara at velja tey bestu krýatúrini til viðseting, og
geva teimum eina betri uppaling.

Júst. at siga, hvat av tí almenna eigur at gerast
fyri at fremja reinaling av okkara egna rossaslagi,
vildi ført ov langt, men her skal nevnast, at vit eiga
at, krevja, at reinaling og blandingsaling fyrst mugu
stillast lika, altso, at tað almenna kostar pening uppä
roynd við reinaling, sum tafl hevur gjørt við
blandingsalingina; fyrst og fremst at veita peningastudning til

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0027.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free