- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
22

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

22

teir, sum hava góð føroysk ross, fyri at fremja hug
teirra fyri málinum, soleiðis sum nevnt í skrivilsi frá
løgtinginum til útgevarin av hesum blaði, og síðani
keypa inn nøkur av teimum bestu rossum, sum eru at
finna, og gera væl við tey.

Javnsíðis við arbeiðið frá tí almenna, má eisini
virkast við orð og talu millum bøndurnar, so teir fáa
eyga á, at her er ein landasak, ein sak av miklari
týðing fyri Førja jarðabrúk.

Keyp og salg.

J fornari tíð, sum yrkjarin plagar at taka til orða,
lat meg siga í farnari tíð, var ikki so sum nú.

Bóndans hús var alt fullt av fólki, ungum og
gomlum, bóndans hústrú og børn, arbeiðskonur og
húskarlar, og alt hetta fóllci virkaði nógv bæfíi útiog
inni, húskarlarnir veltu, røktaðu seyð og neyt og
úti-róður, tá íð vigraði, innifólkið hevði alt
innanhýsis-starvið, røkti klæðir og hús, gjørdi mat og virkaði
ullina til klæðir til húsbrúk og til sølu.

Tað, sum fekkst av krýatúrinum, seyða- og
neyta-slagt og mjólk, bleiv brúkt í húsinum, og hartil tað,
sum jørðin gav av sær av eplum og korni, og oftast
rakk hesin matur so langt, at lítið bleiv keypt av
handilsvaru.

Einki seldist, tí eingin var at keypa, og bóndin
sá tí sín vinning í at hava so nógv fólk, at tey kundu
virka ullina, sum tá var Føroya gull, tí úr henni
fekkst tann peningur, sum kundi fáast.

Húskarlarnir fingu lítla løn og kravdu ikki meir,
teir blivu klæddir og føddir og væl tað.

Umsetingin var tá frá jørðini til krýatúr og fólk,
frá krýatúrinum til fólk, og fólkakraftin gjørdi ullina
upp í pening.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0028.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free