- Project Runeberg -  Búnaðarbløð / 1. Árgang. 1903 /
61

(1903-1904)
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

61

Ein yvirlaiiđbiíiiaðarkommissj óns
dómur.

Jarðaeigindómsviöurskiftini í teimum ymsu bygdunum
í Føroyum líkjast ógvuliga nógv, og vilja tí allir
jarðaeigarir fegnir frætta uin tað, íð dømt verður av
yvirlandbúnaðarnevndini, við tað at hon er hægsti
dómari her á landi í øllum sakjum jarðaeigindómi og
brúki av jørð viðvíkjandi.

í Sandavági bleiv ein sak nýliga dømd av hesu
nevndini, og skal her greiðast frá dóminum og sakini
frá tí hon kom framm.

Hagapartarnir Giljar og Slættanæs eru 50 ár
síðani samanlagdir vift alla, teir eru 6 mrk. hvør. í
fornari tíð hava teir ivaleyst ligið í felag við tveir
aðrar hagar, Sundshagan og Oyragjógvarhagan. Hesir
báðir eru eisini 6 mrk. hvør, men liggja ikki i felag.
Giljar er tann av høgunum, sum næstur liggur bygdini,
og Slættanes longst burturi. Giljarhagin hevur stóra
vídd og er allbeittur hagi, og er allir sum hann er
felags húshagi fyri neytini á øllum fýra hagapørtum.

Ilesin »servituttur« á Giljarhaganum er væl álagdur,
tá hagarnir i gamlar dagar eru sundurskiftir, av ti at
hann hevur ligið høgligari fyri enn hinir. Um hesa
byrðu er einki skrivað, men hon hevur ligið á
hag-anum sum nian sigir frá Aralds tíð.

Á grannastevni i 1899 avgjørdu Giljar- og
Slætta-nesmenn at leggja inn til bø eitt stórt stykki av
Giljarhaganum. Aftaná hesa avgerð siga Sunds- og
Oyragjógvareigarir: Vit hava einki ímótijat hettar
tilætlaöa stykki verður inntikið, men um so skal verða,
so vilja vit taka lut í stykkinum javnt við -tykkum, ti
vit eiga ein stóran rætt i haga tykkara. Hettar nokta
Giljar- og Slættaneseigarir, ti teir kenna hinum ongan
annan rætt enn til útrækstur i haganum fyri neyt og
ross, »vit eiga; hagan«, siga teir, »eru grundeigarir,
men tit hava bara ein brúksrœtt.« Hinir svara: »Vit
trúgva, at i gomlum døgum, tá hagarnir blivu býttir,
okkum t,á varð tilætlaður rættur javnt við tykkum til
uppdyrlcing i Giljarhaganum, av ti at hagar okkara

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 9 16:53:09 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/bunadarbl/1903/0075.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free