- Project Runeberg -  Lesibók /
46

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

skuldi hann sjálvur døma. Hann dømdi so við tað
sama og legði hundrað í silvuri á. Njál flýddi honum
peningin í stundini, og vóru teir so sáttir.

Sigmundur æt maður. Hann var sonur Lamba,
sonur Sigvats hins reyða. Hann var stórur keypmaður,
kurteisligur maður og vænur, mikil og sterkur,
hábærsligur maður og gott skald, raskur í flestum ídráttum,
óspektamaður, spottsamur og ódællur. Hann kom út
til Íslands eysturi í Hornafirði. Skjöldur æt
felagsmaður hansara. Hann var svenskur maður og ringur
at hava við at gera. Teir fingu sær hestar, og riðu
eystan úr Hornafirði og endaðu ikki ferðini, fyrr enn teir
komu í Fljótslíð til Líðarenda. Gunnar tók væl móti
teimum. Tað var stórur skyldskapur millum hansara
og Sigmunds. Gunnar beyð Sigmundi at vera har um
veturin. Sigmunđur segði, at hann vildi taka við
tilboðinum, um Skjöldur, felagsmaður hansara, kundi
vera har. »So er mær frá honum sagt,« segði Gunnar,
»at hann ikki bøtir um skap títt; men tær törvast
eina mest, at bøtt verður um tað. Er her eisini vistin
vond; og vil eg geva tær og öðrum frændum mínum
tað ráð, at tit ikki loypa upp við eyggjan Hallgerðar,
konu mínar; tí hon hevst mangan at tí, ið fjart er frá
mínum vilja.« »Hann veldur ikki, ið varar,« sigur
Sigmundur. »So mást tú eisini gera eftir mínum ráðum,«
sigur Gunnar, »nógv manst tú verða froystaður; halt
teg tí aftur at mær og fylg mínum ráðum«. Síðan
vóru teir í fylgi við Gunnari.

Hallgerð var blíð við Sigmund, — og at endanum
kom tað so langt, at hon bar hann undir við peningi
og tænaði honum ikki minni enn húsbónda sínum; og
mangir bóru hetta út í orð og tóktust ikki vita, hvat
undir mundi búgva. Hallgerð mælti við Gunnar: »Ilt
er at vita sær at hava tað hundrað í silvuri, ið tú
tókst fyri Brynjólv frænda mín. Men eg skal royna
at hevna hann, um eg eri tess ment,« sigur hon.
Gunnar segðist ikki vilja skifta orð við hana og fór
burtur. Hann hitti Kolskegg og segði við hann: »Far
tú og finn Njál og sig honum, at Tórður skal vara seg,
tó at sættir eru; tí mær tykir ikki at vera vandaleyst«.
Hann reið og segði Njáli tað, og Njál segði Tórði tað.
Kolskeggur reið heim, og Njál takkaði teimum fyri
trúskap teirra. —

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0060.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free