- Project Runeberg -  Lesibók /
52

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has been proofread at least once. (diff) (history)
Denna sida har korrekturlästs minst en gång. (skillnad) (historik)

seg sakaðan, at ymiskt er, hvat haft verður á máli um
hevnd.«

Men um kvöldið, tá ið Njál var lagstur, hoyrdi
hann, at ein öx bar við bróstið og seyng hátt. Men har
var ein onnur song við lokum fyri, hvar skildir hingu
— og sær hann, at teir eru burtur. Hann mælti:
»Hvörjir hava tikið skildir várar niður?« »Synir tínir
gingu út við teimum,« sigur Bergtóra. Njál smoygdi
sær skógvar upp á føturnar og gekk út hinumegin húsini
og sær, at teir stevna niðan í hólin. Hann mælti:
»Hvar ætla tit at fara.« Skarpheðin segði: »At leita
eftir seyði tínum.« »Ikki munu tit hann við vápnum
vega,« sigur Njál, »og annað man vera örindið.« »Vit
skulu veiða lax, faðir, um vit ikki finna seyðin,« sigur
Skarpheðin. »Um so er,» sigur Njál, »so hevði verið
væl, um veiðin ikki mislukkaðist.« Teir fóru leið sína,
men Njál fór inn í song sína. Hann segði við Bergtóru:
»Synir tínir vóru úti allir við vápnum, og manst
tú nú hava eyggjað teir til nakað.« »Alvæl skal eg
takka teimum, um teir siga mær tíðindi heim um víggj
Sigmunds,« sigur Bergtóra.


*


Úr Tróndarbók.


Tróndur fór til Danmarkar.



Torbjörn æt ein maður, hann var kallaður Götuskegg,
hann búði í Eysturoy í Føroyjum. Guðrun æt
kona hansara; tey áttu tveir synir; Tollakur æt hin
eidri og Tróndur hin yngri; teir vóru evnaligir menn.
Tollakur var bæði stórur og sterkur; Trónđur var í
sama lagi, tá ið hann var fullvaxin, men stórur
mismunur í aldri var brøðrana millum. Tróndur var
reyðhærdur, fröknátur í andliti og grefligur í ásjón.
Torbjörn var ríkur maður og var gamalur, tá ið hesi
tíðindi vóru. Tollakur giftist har í oyjunum, men var tó
heima hjá faðir sínum í Götu; og stutt eftir at Tollakur
var giftur, andaðist Torbjörn Götuskegg, og var hann

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (diff) (history) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0066.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free