- Project Runeberg -  Lesibók /
71

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

skuldi ikki verið, um eg hevði verið nökur ár yngri.«
Sjúrður leyp út og heitti á Tórð og Geyta, og segðist
ikki vilja tola slíkt brixlorð. Teir ganga út og hagar,
hvar húskallar vóru, fóru so og drógu fram skipið,
lótu bera farm oman og laða í skipið og gjórdu alt
liðugt á fáum dógum; teir vóru líkaleiðis tíju ella tólv
menn á skipi. Teir og Tórálvur fóru allir út í senn,
tá ið byrur kom, og teir vitstu hvör av öðrum alla
tíðina í havinum. Teir komu at landi í Hernu í
ským-ing; Sjúrður og hansara menn lögdu seg ytri í fjöruni,
men tað var tó stutt ímillum teirra. Um kvöldið, tá
ið dagsett var, og Tórálvur og hansara menn ætlaðu
sær at fara niður undir, tá gekk Tórálvur og ein annar
maður við honum á land at leita sær ein stað at hjálpa
sær sjálvum; men tá ið teir vóru búnir at ganga oman
aftur, tá segði hann, ið honum fylgdi, at klæði var
kastað yvir hövdið á honum, og hann var tikin upp
av jörðini; í tí bili hoyrdi hann ein brest, og síðani
var hann borin burtur og blakaður til falls; men var
sjógvur undir, og har var hann koyrdur undir kav;
men tá ið hann kom aftur á land, fór hann hagar, sum
hann og Tórálvur hóvdu skilst; hann fann Tórálv, og
hann var tá klovin niður í herðar og var deyður.
Men tá ið skipsmenn Tórálvs vóru varir við hetta,
bóru teir lík hansara út á skip og náttsettu tað har.
Tá var Ó1 avur kongur í veitslu í Lýgru; og var strax
sent boð til hansara; við neyðsendarboðum var stevnt
til tings, og kongur var sjálvur á tinginum; hann hevði
latið stevna Føroyingunum av báðum skipunuin hagar, og
teir vóru komnir til tings. Men tá ið tingið var sett,
tá stóð kongur upp og mælti: »slík tíðindi, sum her

eru fram komin, eru tí betur sjaldan hoyrd; her er av
lívi tikin ein av bestu monnum, og vær hugsum, hann
var sakleysur; er nú nakar maður her á tinginum,
sum kann at siga frá, hvör ið hevir gjört hetta verk ?«
Men har svaraði eingin til. Tá mælti kongur: »ikki er
at loyna tí, hvat ætlan mín er um hetta verk, at eg
havi illgruna um Føroyingarnar; tað tykist mær helst
at vera tilborist á tann veg, at Sjúrður Tollaksson
hevir dripið mannin, og Tórður lági hevir stoytt oman
hin mannin; men tað fylgir hesi ætlan míni, at eg giti
mær til, at hetta mundi so vera fyrifunnið, at teir
mundu ikki vilja, at Tórálvur skuldi siga frá illger-

6*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0085.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free