- Project Runeberg -  Lesibók /
219

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

honun turr klæði og nakað at eta, og sjálvur gav hann
honun helvtina av bótini íiri drápið (60 dálar var bótin).
Hetta var firsti maður, ið Jenis hevði híst í sín dag.

Seinni varð Jógvan við Grind tikin, førdur til Havnar
og settur í mirkastovu. Snopprikkur hevði logið firi
em-bætismonnunun og sagt, at hann hevði gjørt sína egnu sistur
við badn. »Vinur mín! tað eru harðir handskar, ið tú hevur,«
segði ein Havnarmaðar, ið komin var at finna Jógvan (hann
meinti við leinkjurnar). »Ja, harðir eru teir,« svaraði Jógvan,
»men havi eg sitið veturin, summarið skal eg ikki sita.«
»Ikki skal deyði mín spirjast í Føroyun,« legði hann atturat.
Páskaaftan var hetta og páskamorgun var hann brotin út og
hevði tikið bát av Havnini. Hann sást úr Froba, sum hann
kom rógvandi fram við einsamadlur. Síðan frættist, at hann
var komin til Hetlands og giftur har.

Stórbærur maður var Jenis. Brúdleyp hansara er eitt
tað tiltiknasta, í Føroyun hevur verið. Hann læt bjóða um
adla Suðuroy í brúdleyp sítt ødlun uttan tjóvun og skálkun,
og so kom ødl oyggin, alt, sum ragga kundi, tí eingin vildi
sita ettir sum tjóvur edla skálkur. Nøgd av seyði bant hann
niður til brúdleypsmats, tríati geldseyðir úr einun filgi úr
Mírabirgi — fudlur gamalseyðakjaftur í ødlun; ikki lambstonn
í heysi. Tó skuldi einki vera til avlops. Borðreitt var úti á
Kelteigun, tí lítið fólk av miklun var tað, ið inni rúmaðist.
Summar var og veðrið gott. Fleiri brennivínstunnur vóru,
sum ovari botnurin var sligin úr, og træker ílutu omaná til
at drekka úr. Tá ið Jenis kom úr kirkjuni við brúðrini,
klæddur í reyða skarlaksskikkju, møtti hann tveimun
Fámn-ingun, Jansaguttunun báðun, í skinnstúkubulun og helt við
teir, at hann hevði ongun skinnbulun boðið.

Jenis í Laðangarði og Pætur við Kvíggjá (vísi Pætur
Gunnarsson) áttu sjey og tjúgu merkur í felagi. Jenis átti
Míri og Hólmskorar, Pætur átti Blæðingina, ið omanfiri er.
Men tá ið út leið ímóti skurðtíð, fór Jenis eystur á skørðini,
ið uppi ivir Blæðingini eru, beitti grót niður á seyðin, ið á
Blæðingini stóð, rak hann niður av einun hamri inn á
Míra-birgi og bant so eitt árið tríati geldseyðir niður frá Pæturi

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0235.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free