- Project Runeberg -  Lesibók /
232

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hevði hann verið vestan firi Lorvíkarfjørð, firr enn hann fór
at fríggja. Vágamenn førdu hann um Mikinesfjørð- Tá ið
teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt
rekatræ og vildu fegin fáa tað til sín; men fegin vildi hann
sleppa ferðina fram til Mikines alt firi eitt, og so varð.
Hann bað teir miða væl á, kvar træið lá; tað kundi vera,
at teir funnu attur á tað, tá ið teir fóru úr Mikinesi attur í
Vágar. Ikki hildu teir líkindi vera til tess, tí Mikinesfjørður
var óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim,
lá træið í sama stað og andøvdi. So mikið gjørdi
Gutt-ormur.

Jónas prestur í Ónagerði var giftur við prestadóttur av
Nesi. Hon doyði, og prestur giftist upp attur. Sistir ta firru
konuna kom norður, tá ið líkið var grivið, vildi síggja tað
og fekk prestin til at grava tað upp attur. Men tað hevði
betur verið ógjørt. Tey, sum stóðu kjá, sógu nakað sum
disír. edla royk koma upp úr kistuni, og síðan gekk hin
deyða prestakonan altíð uppi og spøkti. Eingin sá hana í
firstuni uttan presturin; hon gekk og ampaðist firi honun.
Síðan birtist hon firi hinun húsfólkinun, kom í roykstovuna
og gjørdi sær dælt við tey. Ein skora var í sneisini, sum
hon hevði til máts á nátturðarløginun; har upp um mátti
pottaløgurin ikki koma. Hon skifti teimun nátturð; tey
søgdu, at tey skoyttu ikki um at fáa nátturð frá henni, tí
hon var deyð. So gav hon teimun frammaná. Hon at gera
sær dælari, settist undir liðina á presti og breyt alt sundur
kjá honun. Hann fekk ongantíð frið, misti svøvnin og sendi
boð ettir Múlaguttormi, at hann skuldi koma honun til hjálpar.
Guttormur kom, rak spøkilsið út og beyð, at eingin skuldi
opna didnar til at higgja út um edla leita ettir honun,
með-an hann var burtur. Ódnarveður var um kvøldið, avfadl og
stormur. Árla á morgni, í óttuni, kom Guttormur attur idla
tiltíggjaður og rennvátur, sum hann var drigin frá grunni,
og frá tí degi sást spøkilsið ikki oftari. Tá lovaði prestur
Guttormi í løn ta bestu kúgv og tann besta geldseyð, ið
hann átti.

Tiltikin sjómaður var Guttormur. Hin minniliga ódnar-

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0248.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free