- Project Runeberg -  Lesibók /
242

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ettir harra Nielsar deyða hevði Beinta náðinsgarðin,
Kálvalið í Miðvági, men var oftast í Havn kjá mommuni.
Tá ið Peder Arrheboe, nevndur harri Peder (Peer), ið settur
var til at vera prestur í Vágun ettir harra Niels, kom niðri
frá upp til Føroya, stóð hon firi honun uppskrídd, og við
tað sama rann honun tíðan til hennara. Søgn er, at íirst ið
hann fór vestur í Vágar (hann varð settur ivir um sundið
midlun Norðstreymoyar og Vága), var Beinta við honun frá
sundinun av Fútakletti. Hann vildi fara inn á Steig at vitja
løgmannin, men hon var rædd um, at hann skuldi fáa hug
at einikvørjari av teim vøkru løgmansdøtrunun — eisini var
hon idla kend í Vágun tá sum einkja ettir harra Niels —
og tordi tí ikki at sleppa honun. Tá ið tey komu fram við
Steig, spurdi hann, um hetta var Steig. »Nei«, segði hon.
So komu tey í Jansagerði. Hann spurdi, um hetta var Steig.
Nei, hetta var prestagarðurin. Síðan upplísti hon firi honun,
at hon vildi ikki hava hann til at fara inn á Steig: tí har
búðu nakrir »lokkufuglar« (hon meinti við
løgmansdøt-urnar).

Soleiðis gekk Beinta um harra Peder, at hann var giftur
við henni annan veturin ettir tað, at hann var komin til
Føroya. Frá hesari tíð er goymd ein lítil ríma, sum hann
gjørdi um hana:

Min smukke,

min dukke,

min lyst og min del!

min jordiske engel og sødeste sjæl!

du haver betaget mit hjærte og alt

med dine gebærder og yndig gestalt.

Dine hænder ere hvide og bløde som uld,
din hals er som perler, dit hár er som guld.

Men so vóru tey gift bæði, kom alt at vera øðrvísi enn
hann hevði hugsað. Hon var ikki góð við hann, sum hann
var við hana, og hevði oftast spott og kvøss orð atturímóti
indisorðun hansara. Eina langa tíð knosaðu tey saman og

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0258.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free