- Project Runeberg -  Lesibók /
302

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Samljóð og misljóð.

Tað er sjálvsagt, at samljóð er nakað gott og
dám-ligt, og óljóð ella misljóð tvörturimóti nakað Ijótt, sum
hvörjum rættiligum manni líkar illa.

Tí sigir eitt gamalt orðtak: »streingir skulu spennast,
so teir ljóða væl saman«. Hetta orðtakið er nú í sínum
upphavi sagt um streingjaleikir (hörpur, fiólir og tílíkt).
Hvör strongur hevir sítt ljöð: ein strongur er
brumin-andi djúpur, ein annar háur og fíntljóðandi, og hinir
millumparta, men allir hava teir ymist ljóð sín ámillum,
og tó kann eitt deigiligt samljóð av teimum koma fram,
tá ið hvór strongur lagaliga er spentur í eitt samljóð,
sum yndisliga letur og klingar í mannaoyrum og
undar-liga kann bloyta mannahjartað hjá teimum, sum
áhoyr-andi eru.

Sum fiólin hevir fýra streingir, hvönn við sínum
ljóði, á sama hátt kann ein sálmur, songur ella kvæði
kynstriga lagast fyri mannamál at syngja ella kvöða
ferstemt eftir lagi tónalagsyrkjarans, snm gevur hvörjum
nianni ella hvörjum songflokki av teim fýra pörtunum
sítt lag at syngja eftir, og er tað deigiligt at lurta
eftir samljóðinum á streingjaleikinum, hvaðana meiri
grípandi fyri hjartað at hoyra songin bornan fram av
mannamunnum við lagi, sum rørir hjartastreingir; hvat
makt hava tá ikki orðini inn í hjartað, tá ið tey eru
sungin í rættum lagi av mongum í felagi, til at vekja
hugin í mannabarminum til alt, sum ljóst og gleðiligt
er at liva fyri.

Mong orðtök eru so háttað, at tey í orðunum siga
eitt, men annað djúpari hugsað liggur dult í teimum
(t. d. »ringur fuglur í sítt reiður drítur« brúkast at
siga um einhvönn, sum spottar tað, ið honum kært eigir
at vera: suin føðiland, fólk sítt o. s. v.; »leypa upp á
tjólegg, detta niður á langlegg« og tílíkt). Soleiðis
hevir hetta orðtakið, sum í upphavinum er tikið til,
djúpari týðing enn orðið sjálvt sigir, og hevir örindi
aðrastaðni at reka og kann nýtast, tá ið hugsað er um
hjartað sjálvt í menniskjuni; tí har eru eisini streingir,
som hava yinis ljóð: nökur eru góð ljóð sum kær-

leikur, tá ið hann hevir sítt fulltónandi ljóð har inni
við ölluni öðrum góðum tonkum og følilsum, sum hann

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0320.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free