- Project Runeberg -  Lesibók /
364

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

gera: alt tað ið hann inskti var at fáa tann áðurnevnda
skipara við sær sum leiðvísara. Pádl læt hann tá sleppa
við tí gjørda lifti. Síðan fór barónurin umborð attur við
monnun sínun og dvaldist í skipinun eina tíð; men tá ið tað
dróg út við komu skiparans, tók hann at ótolnast og læt
skjóta trí kanónskot inn ivir staðin, kvar hin mesta angist
kom á ødl, tí nú ætlaðist, at hann mundi fara at seta eld á
Havnina. í tí bragdi, beint sum mest um vardi, kom hin
nógv ettirleitaði maðurin, Hansen skipari, firi ein dag; hann
varð funnin umsíðir uppi í haganun attanfiri ein stein,
Tarva-steinur kadlaður. Har hevði hann krógvað seg burtur. Hann
varð so sendur umborð í stórun skundi, og kaparaskipið
sigldi sín veg firi first. Nolsoyar-Pádl fór norður attur til
Vágs.

Sverre Patursson.

Lomvigaskjóting.

Mjúkur sum ein ungur gentulógvi, bleytur sum tað
rein-asta æðudún er summarmjörkin í Føroyum. Fer ein
reiði-liga at leingjast eftir honum, so kemur hann eisini — kemur
so fínur og hóvligur inn úr havinum.

Best sum allir tindar standa bjartir og hyggja at
hvörj-um öðrutn í tí klára sólskinsveðri, so sæst hann har úti, har
langt úti, har sum himmalin kyssir havið og havið kyssir
himmalin.

í fyrstuni er hann bert at síggja sum ein strika, ein
ljósgrá strika, sum einhvör hevir kritað á tann bláa
himmal-veggin fram við havsrondini.

Men skjótt vexur strikan til eitt breitt band, til eina
ullamjúka rúgvu, sum á kattafótum tekur til at krúpa fram

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0382.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free