- Project Runeberg -  Lesibók /
367

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Bróðir mín leit seg um, og hann bendi
á tað land, sum hann nú hevir bygt;
sólin logandi ljósgeislar sendi,
kveikti lív í hvört sovandi kykt,
og har sungu tey öll
— fólk í smáttu og höll —
sungu eldhugavónir út um land.

Og hann mælti tey orð á tí sinni
— tey í sál míni enn ljóða hvöll —:
»Kæri bróðir mín, legg tær í minni,
at vit sjálv eiga lívsneistar öll,
at tað verður eitt bál,
um at hvör manna sál
leggur sín neista til hin sama eld.«

Tú álfagra land.

Tú alfagra land mítt,
mín dýrasta ogn!

Á vetri so randhvítt,
á sumri við logn.

Tú tekur meg at tær
so tætt í tín favn,
tit oyggjar so mætar!

Gud signi tað navn,
sum menn tykkum góvu,
tá teir tykkum sóu!

Ja, Gud signi Føroyar, mítt land.

Hin roðin, sum skínur
á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir
mangt lív vetrartíð,

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0385.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free