Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>
Below is the raw OCR text
from the above scanned image.
Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan.
Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!
This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.
og myrkrið, sum fjalir
mær bjartastu mál,
og ljósið, sum spælir
mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna,
sum vága og vóna,
at eg elski Føroyar mítt land.
Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága
— av Gudi væl skýrd —
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar mítt land!
Eftir jólagóða, eftir gamla manna frásógnum.
Tað var í 1835. Jólini nærkaðust, og Skarðsmenn og
Haraldssundsmenn fóru at hugsa sær um Havnarferð eftir
jólagóða. í teirri tíðini, — áðrenn útsölubúð í 1836 var
stovnað norður í Klaksvík, — gjördu teir gjarna
handils-ferðirnar saman. Tað komst av tí, at manningin var so
veik, — serliga á Skarði; tí har var ein bátur gingin burtur
á norðhavinum við sex teimum frægastu monnunum. Tann
skaðin barst til 30. mars 1835 — sama árið sum tað hendi,
ið her verður frá sagt; og ikki vóru meira enn fýra hús í
bygdini, so har stóð illa til.
Sum sagt, teir fóru eftir jólagóða — sex menn við
einum áttamannafari. Tríggir vóru av Skarði: Árant og
Símun, sum enn liva, og Jákup\ allir vóru teir ungir og
neyvan tilkomnir. Og tríggir vóru úr Haraldssundi: Sakaris
(sonur Jógvans kallsmanns á Uppsölum), sum var húskallur
<< prev. page << föreg. sida << >> nästa sida >> next page >>